Alt burturkast, ið kann skiljast frá til endurnýtslu, verður sent av landinum til endurnýtslu. Í dag verður jarn, metal, pappír, papp, elektronikk, kulda- og frystiskáp skilt frá til endurnýtslu hjá bæði KB og IRF. Harumframt sendir IRF hart og bleytt plast og trol og net til endurnýtslu.
IRF og KB samstarva um móttøku og viðgerð av pappíri, pappi og bilum. Alt pappír og papp, ið verður savnað inn í økjunum hjá bæði IRF og hjá KB fer til Leirvíkar, har tað verður skilt, pakkað og avskipað til endurnýtslu. Allir skrottaðir bilar verða umhvørvisviðgjørdir hjá KB, t.v.s. at olja, akkumulatorar, dekk, airbags o.a. verður tikið úr bilinum áðrenn jarnskrottið verður kroyst saman, og sent av landinum til endurnýtslu.
Umleið 1.400 bilar verða latnir inn um árið, ið svarar til at næstan fýra bilar hvønn dag.
Jarn og metall
Nøgdin av jarni og metali, ið verður sent til endurnýtslu er økt 56% frá 2012 til 2016. Her er jarn frá bilum íroknað.
Pappír og papp
IRF byrjaði at savna pappír og papp í 2001 og KB í 2004. Í 2004 vórðu tilsamans 1.539 tons av pappíri og pappi send til endurnýtslu. Síðani tá hevur nøgdin verið rættuliga støðug við umleið 1.500 tonsum á hvørjum ári.
Kulda- og frystiskáp
Nøgdin av kulda- og frystiskápum, sum eru send til endurnýtslu, hevur tey síðstu fimm árini verið rættiliga støðug, umleið 120 tons.
Kulda- og frystiskáp verða send heil til Danmarkar, har kølievnið og bjálvingin verður tikin úr og viðgjørd undir skipaðum umstøðum. Hetta tí, at kølievnið í teimum eldru køli- og frystiskápunum kann vera ozonoyðandi ella sterkt vakstrarhúsgass. Bjálvingin kann eisini innihalda slík gass. Restin verður skilt sundur í plast, jarn, elektronikk o.a., og endurnýtt.
Bleytt plast
IRF hevur í nøkur ár tikið ímóti bleytum plasti, so sum stórsekkir frá fyritøkum, og sent tað til endurnýtslu. Nøgdin hevur verið millum 250 og 350 tons um árið.
Hart plast
Í 2016 fór IRF at senda hart plast til endurnýtslu, t.d. aliringar. Í 2016 fór IRF eisini at senda trol og net til endurnýtslu ístaðin fyri at tyrva ella brenna.
Vilt tú vita meira um burturkast, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo